Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning
Bloggur

Kennir tú Meinhard?

Um ikki, lat okkum so fortelja tær um Meinhard, sum meinar tað. Meinhard kom til okkum í svárari neyð. Hann helt seg hava skilt boðskapin um at leita eftir meiningini. “Meiningin er at hava meiningar, er tað ikki tað, tit siga?” spurdi hann okkum. “Eg havi nógvar meiningar - um alt. Og eg meini tær. Men eg føli bara størri og størri meiningsloysi…” segði Meinhard. Og hvat gjørdi Meinhard við meiningsloysi? Hann fylti tað við uppaftur fleiri meiningum…

“Nei Meinhard, nú hevur tú misskilt,” svaraðu vit.

“Lurta eftir røddini í høvdinum. Ikki lurta eftir, hvat hon sigur, men lurta eftir tónalagnum. Hoyr, at lagið er í moll. Hoyr líttla tertsin. Røddin darrar. Hon óttast - óttast at eingin er góður við seg. So hon sendir boð til munnin um at siga fín orð, sett saman til fínar setningar, við vón um at fólk fara at síggja, at menniskjað handan orðini hevur eitt virði. At tað er vert at elska.”

Vit vóru noydd at siga við Meinhard, at “Meinhard. Meiningin er ikki at hava nógvar meiningar. Tú má kasta meiningarnar, sum hava tyngt teg. Um ikki, er vektin av meiningunum - sum tú meinar - for tung til, at tú kanst fara á flog.

Og minst til Meinhard - meiningin finst ikki í tonkunum, men í tómrúminum millum tankarnar.

---

Skrivað hevur SpreiðTínarVeingirDotCom

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #