Náttúrutingið: Í løtuni verður ein umfatandi nýskipan av lendisumsitingini fyrireikað í landsstýrinum. Men hvør skal hava avgerandi orðið? Hvønn leiklut skulu myndugleikar, kommunur, fakfólk og almenningurin hava? Og hvussu kunnu vit tryggja eina lendisumsiting, har bæði náttúruatlit og samfelagsligir atlit verða tikin?
Hesar spurningarnar reisir Náttúrutingið á almennum fundi í OY hóskvøldið 12. novembur 18-20.
Á fundinum fara fýra luttakarar við ymiskum fakligum og samfelagsligum sjónarhornum at viðgera evnið:
-
Magnus Gaard, lívfrøðingur
-
Sigurð Ó. Vang, umboð fyri Hagafelagið
-
Jóna Ólavsdóttir, granskari
-
Eyðdis H. Niclasen, landsstýriskvinna
Høvi verður hjá áhoyrarunum at seta spurningar og taka lut í kjakinum.
Fundurin verður á OY, Falkavegi 4 í Tórshavn, hósdagin 12. november kl. 18.00-20.00.
Tiltakið er alment, og øll áhugað eru hjartaliga vælkomin.
Náttúrutingið er ein samstarvsfylking millum føroyskar náttúrufelagsskapir, sum arbeiða fyri at styrkja samstarvið og kjakið um náttúruvernd og burðardygga umsiting av føroysku náttúruni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



