Grønlendski blaðstjórin Masaana Egede fekk í dag Ebbe Munck heiðurslønina handaða frá hennara hátign á Fredensborg slotti, og tá hann fortaldi drotningini um seinast, tey hittust, kundi hon ikki bara sær, men fór at flenna í kíki.
Ebbe Munck-prísurin er ein danskur heiðursprísur, stovnaður í 1975 til minnis um tíðindamannin, mótstøðumannin, diplomatin og hoffstjóran Ebbe Munck. Hann verður latin fólki, sum hava gjørt serligan mun á økjum, ið Munck hevði áhuga fyri millum annað journalistikki, gransking í Grønlandi, donskum virksemi uttanlands og upplýsing um mótstøðuna undir hersetingini. Við heiðrinum fylgja ein peningagáva og ein bronsupláta við vangamynd av Munck.
Masaana Egede er føddur í 1985 og útbúgvin journalistur á grønlendska universitetinum Ilisimatusarfik við lestraruppihaldi á danska journalistaháskúlanum. Hann hevur verið útvarpsstjóri í KNR og samskiftisstjóri í Royal Greenland. Í september 2023 tók hann við sum stjóri og blaðstjóri á Sermitsiaq.AG.
Grundgevingin fyri prísinum í ár er serliga arbeiðið hjá honum og Sermitsiaq, meðan Grønland hevur verið undir stórum politiskum trýsti frá Donald Trump og amerikonsku ætlanunum um at yvirtaka landið. Miðlahúsið skuldi bæði kunna grønlendingar og umheimin um støðuna, samstundis sum valstríð og kjak um størri sjálvstøðu vóru á skránni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



