Í 2026 er evnið hjá ST „The Age of Longevity: Rethinking Systems for Longer Lives“ – á føroyskum kundi tað verið orðað sum „Lívið verður longri – vit mugu hugsa okkara samfelag av nýggjum til eitt longri lív.“ ST leggur dent á, at longri lív skal fylgjast við møguleikum fyri luttøku, tryggleika og virðing.
Eitt longri lív – eitt lív við møguleikum.
At eldast er ikki at gevast.
Tað er at hava livað eitt langt lív, savnað sær royndir, lært av lívinum og fingið eina søgu at bera víðari.
Vit eldri hava nógv at geva.
Vit hava royndirnar, minnið, vitanina og søgurnar um eitt samfelag, sum nógv av teimum yngru bert kenna úr bókum og frásagnum.
Men vit skulu ikki bara verða mint á tað, vit hava gjørt.
Vit skulu eisini hava møguleika at liva, læra, arbeiða, skapa, dansa, ferðast, elska, flenna og taka lut – so leingi vit vilja og kunnu.
Eitt gott samfelag er eitt samfelag fyri øll – eisini tá vit gerast eldri.
Til lukku við Altjóða eldradegnum 2026! ❤️
Vinarlig heilsan
Róði Hansen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



