

Ein álvarslig 'kjarnorkuhending' í hægsta váðaflokki er farin fram á eini herflotastøð í Skotlandi.
Og tað vísir seg, at hetta er ikki fyrstu ferð í nýggjari tíð.
Tað avdúkar skotska avísin The Herald.
Bretski sjóverjan leggur sínar kjarnorkuriknu kavbátar - harav fleiri eru vápnaðir við Trident kjarnorkurakettum - á HM Naval Base Clyde, ein tíma vestan fyri Glasgow í býnum Faslane.
Sambært The Herald vísa tøl, at ein sokallað hending í flokki A fór fram millum 1. januar og 22. apríl í ár, skrivar BT.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo