

Avbjóðandi og spennandi starv sum maskinstjóri umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra er nú leyst at søkja.
Jákup Sverri ger ymsar rannsóknar- og fiskitúrar gjøgnum árið eftir fastlagdari árligari sigliætlan. Umframt rannsóknir í føroyskum sjóøki, verður nakrar ferðir um árið farið í onnur sjóøki at gera kanningar. Túralongdin er vanliga úr einari upp í tríggjar vikur.
Førleikar
-
Vinnubræv sum ’Chief Engineer’ Reg. III/3 Chief Engineer
-
Trygdarskeið, Brandleiðaraskeið
-
Roykkavaraskeið
-
FRC-skeið
-
Heilsuváttan fyri sjófólk
-
Málførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
-
Góð samstarvsevnir
Tað er ein fyrimunur, at tann, ið settur verður, hevur royndir við teirri tøkni, sum er umborð á slíkum framkomnum skipi, tað veri seg bæði innan maskintøkni og eltøkni.
Setanartreytir
Løn sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 8. september 2025 kl. 12.
Umsóknin skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Erling í Liða, reiðara, tlf. 79 39 01.
Um Jákup Sverra: Skipið, sum er bygt av MEST í 2020, er eitt tað hentasta amboðið hjá Havstovuni í sínum arbeiði at granska havumhvørvið og havtilfeingið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál.
Jákup Sverri ger kanningar av havfrøði, æti, yngli, fiski o.ø. við ymsum reiðskapum og tólum. Havfrøðiligar kanningar fevna m.a. um at seta út streymmátarar, kortlegging av havbotninum, botnkanningar og seismikk. Fiskifrøðiligar kanningar verða gjørdar við botn- og uppsjóvartroli. Veiðan verður nágreiniliga kannað, og er partur av grundarlagnum undir stovnsmetingum av fiskastovnum.
Sigliætlan verður løgd fyri 1 ár ísenn. Manningin, sum telur 16 fólk, fær við ársbyrjan yvirlit yvir dagar umborð og frítíð í landi.
Meira kunning um skipið sæst her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo