Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Fjølbroytt og spennandi starv sum dekkari er leyst at søkja umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Jákup Sverri ger ymsar rannsóknar- og fiskitúrar gjøgnum árið eftir fastlagdari árligari sigliætlan. Umframt rannsóknir í føroyskum sjóøki, verður nakrar ferðir um árið farið í onnur sjóøki at gera kanningar. Túralongdin er vanliga úr einari upp í tríggjar vikur.

Arbeiðsøkið
Arbeiðsøkið er á dekkinum, hangarinum, fabrikkini, lastini vm., har tú saman við øðrum dekkarum fæst við vanligt dekkaraarbeiði, t.d.:

  • fáast við trol og annan fiskireiðskap

  • seta og draga mátitól

  • fáast við fisk á dekkinum, fabrikkini og í lastini

  • halda skipið

  • annað fyrifallandi dekkaraarbeiði

Setanartreytir
Tú hevur galdandi prógv fyri heilsuváttan fyri sjófólk og trygdarskeið.

Dentur verður lagdur á røkiskap, góð samstarvsevni, umframt evni og hegni at samskifta.

Gott er at hava trolroyndir.

Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmála­ráðið.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 8. september 2025 kl. 12.

Umsóknin skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hans Edmund Olsen, skipara, tlf. 27 53 09 ella Erling í Liða, reiðara, tlf. 79 39 01.

Um Jákup Sverra: Skipið, sum er bygt av MEST í 2020, er eitt tað hentasta amboðið hjá Havstovuni í sínum arbeiði at granska havumhvørvið og havtilfeingið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál.

Jákup Sverri ger kanningar av havfrøði, æti, yngli, fiski o.ø. við ymsum reiðskapum og tólum. Havfrøðiligar kanningar fevna m.a. um at seta út streymmátarar, kortlegging av havbotninum, botnkanningar og seismikk. Fiskifrøðiligar kanningar verða gjørdar við botn- og uppsjóvartroli. Veiðan verður nágreiniliga kannað, og er partur av grundarlagnum undir stovnsmetingum av fiskastovnum.

Sigliætlan verður løgd fyri 1 ár ísenn. Manningin, sum telur 16 fólk, fær við ársbyrjan yvirlit yvir dagar umborð og frítíð í landi.

Meira kunning um skipið sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo