Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Onnur tíðindi

Tangaskipið Agioi Fanendes við umleið 300.000 tunnum av russiskum diesel hevur broytt kós uttan fyri New York. Nú gongur leiðin móti Suðuramerika.

Skipið skuldi vera eitt sjónligt tekin um avtaluna millum Donald Trump og Vladimir Putin um aftur at loyva russiskum diesel inn í USA. Men amerikanskir keyparar halda seg aftur, hóast dieselið verður boðið við avsláttri.

Sambært Wall Street Journal óttast fyritøkurnar løgfrøðiligar avleiðingar, kanningar og skaða á umdømið. Óvissa er um, hvørt fyribilsloyvið hjá Trump er í stríð við amerikanska lóggávu.

Tvey onnur tangaskip hava eisini broytt kós og sigla nú móti Egyptalandi og Suðuramerika.

Arne Lohmann Rasmussen, høvuðsgreinari hjá Global Risk Management, metir avtaluna fyrst og fremst vera súmbolska. Nøgdirnar eru so smáar, at tær nærum onga ávirkan hava havt á dieselprísirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #