50.000 nýggj arbeiðspláss uttan fyri landbúnaðin vórðu skapt í USA í desembur, vísa tøl, sum amerikanskir myndugleikar júst hava kunngjørt.
Tað skrivar TV 2.
Í USA skal arbeiðsplássvøksturin helst vaksa við millum 50.000 og 120.000 nýggjum arbeiðsplássum um mánaðin, um tað skal fylgja við fólkavøkstrinum, vísa útrokningar sambært Reuters.
Hendir tað ikki, fer arbeiðsloysið so við og við at vaksa í staðin, stendur í fráboðanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



