Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, hevur enn einaferð langað út eftir Danmark.
J.D. Vance sigur millum annað í samrøðu við FOX News, at bara tí Danmark einaferð var ein góður samstarvsfelagi hjá USA, so merkir tað ikki, at Danmark eisini í dag ger sínar skyldur.
- Danmark hevur ikki gjørt eitt gott arbeiði at tryggja Grønland, og forsetin fer so langt sum neyðugt fyri at fáa hetta uppá pláss, sigur amerikanski varaforsetin millum annað.
Sí video omanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



