Hvíta Húsið hevur biðið amerikansku sendikvinnuna í Grikkalandi, Kimberly Guilfoyle, um at leggja frá sær eftir ákærur um óhóskandi atferð.
Tað sigur nýggja tíðindakvinnan í Hvíta Húsinum, Katie Zacharia, á fyrsta tíðindafundinum týsdagin.
Frammanundan hevði amerikanski forsetin, Donald Trump, sagt, at umhugsað var, at koyra Guilfoyle úr starvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



