Synergi: Spell um tín leiðari hevur uppiborið heiðurin, og ikki er tilnevndur
Tað vildi verið spell, um tann leiðarin, sum tú heldur eigur heiðurin uppibornan, ikki fær møguleikan, tí viðkomandi ikki er tilnevndur. Kanska eigur tín leiðari at gerast Ársins leiðari 2026, ella kanska kennir tú onkran leiðara, sum tú heldur hevur uppiborið heiðurin? Tú hevur kanska áður tilnevnt tín leiðara, uttan at viðkomandi varð valdur? Gev viðkomandi møguleikan aftur í ár og send okkum tilnevning í seinasta lagi 16. januar 2026. Tú ert vælkomin at tilnevna fleiri. Einasta treytin fyri Ársins leiðarar er, at tað skal verða ovasti stjóri/leiðari á einari fyritøku/stovni/felag ella nevndarforkvinnu/-mann. Herðaklappið til millumleiðaran er, sum navnið sigur, ein millumleiðari, sum hevur skarað framúr.
Dómsnevndin tekur endaliga støðu til, hvørji verða kosin Ársins Leiðarar og hvør fær Herðaklappið til millumleiðaran 2026.
Veitst tú akkurát hvør skal verða Ársins leiðari 2026?
Og kanska eisini akkurát hvør skal hava Herðaklappið til millumleiðaran?
Allar tilnevningar eru í trúnaði!
Soleiðis sendir tú títt uppskot:
Send mail til synergi(at)synergi.fo við navn á viðkomandi og grundgeving ella...
Send uppskot um Ársins leiðara 2026 >> HER!
Send uppskot um Herðaklappið til millum leiðaran 2026 >>HER!
Tú kanst eisini senda títt uppskot við navn og grundgeving á messenger hjá Synergi.
Sjálvandi ert tú við!
Kom og verð saman við einari rúgvu av leiðarum úr øllum landinum tann 30. januar á Hotel Føroyum. Super høvi at læra eina rúgvu, fáa góðan íblástur og at tosa við aðrar leiðarar.
Minst til eisini at tekna teg til stílfullu kokteylveitlsuna, sum er óformelli parturin av Leiðaradegnum, við góðum práti, tapas, kokkeyls ad libitum og góðum tónum frá Jens Marna Hansen og Guðrið Hansdóttir.
Les alt um og tekna teg til Leiðaradagin á www.synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



