Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon: Andrass Joensen vann gull og gjørdist europameistari í aldursbólkinum 60-64 ár, til EM í hálvum Ironman, sum varð hildið í Jönköping í Svøríki.

Kappingin fevndi um 1,9 km svimjing, 90 km súkkling og 21,1 km renning. 

Umstøðurnar vóru sera avbjóðandi við regni, toru og heglingi, men hóast truplu líkindini gjørdist kappingin bæði spennandi og jøvn.

Serliga teir síðstu kilometrarnir í renningini var hørð kapping um fremstu plássini, men Andrass megnaði at koma fyrstur á mál við flottu tíðini 4:44:19, bert 35 sekund frammanfyri týskaran, sum hevði ligið á odda stóran part av kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #