Fimm anstøðulimir hava lagt tvey broytingaruppskot fram - eitt er viðvíkjandi nógv umrødda maritima deplinum í Vági og hitt viðvíkjandi Skift, Tvass og Grugg.
Í viðmerkingunum til fyrra broytingaruppskotið verður sagt:
- Mælt verður til at strika hesa konto. Í fíggjarlógaruppskotinum var hendan játtan ikki við. Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini fingið umsókn um stuðul til verkætlan. Limur í meirilutanum í fíggjarnevndini hevur seráhugamál hjá umsøkjaranum. Í miðlunum er komið fram, at nevndi fíggjarnevndarlimur ikki hevur sagt fíggjarnevndini frá um síni seráhugamál. Slíkt er sera óheppið.
- Mælt verður tí til at strika hesa játtan.
- Um landsstýrið við óheftari viðgerð heldur at stuðul skal latast, so má landsstýrið seinni koma við uppskoti um tað.
Í viðmerkingunum til seinna broytingaruppskotið verður sagt:
- Við 2. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum samtykti Løgtingið eina broyting á konto Leikhús. Frammanundan hevur hetta verið ein konto, har øll hava kunna søkt um stuðul. Men samtykta broytingin merkir at meirilutin í fíggjarnevndini hevur 3 út til serliga játtan. Eingin umsókn fyriliggur, so hetta er gjørt av meirilutans eintingum. Nú skulu leikhús SKIFT, TVASS og teatur GRUGG hava 500.000 kr hvør og av lítlu restini, kunnu so onnur søkja.
- Eingin grundgeving fyri hesi útveljing, men kanska eru tað persónligar relatiónir. Uppskotssetarnir av hesum broytingaruppskotið halda ikki at hetta er rætti mátin at gera broytingar í fíggjarlóg.
- Mælt verður til at strika ásetingarnar við skilmarkaðari játtan til útvald og mælt verður til at minka játtanina á hesi konto við 700.000 kr, so játtanin verður tann sama sum í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum.
Uppskotsstillararnir eru Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Árni Skaale, Helgi Abahamsen og Jaspur Landgaard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



