Á myndini frá vinstru: Bergljót av Skarði, Marjun Poulsen, Leivur Hansen, Jóan Carl Dam og Annemi L. Joensen
Á myndini frá vinstru: Bergljót av Skarði, Marjun Poulsen, Leivur Hansen, Jóan Carl Dam og Annemi L. Joensen
Tórshavn kommuna: Eldraráðið, sum varð valt fyri jól, hevur nú skipað seg.
Annemi L. Joensen er forkvinna, og Leivur Hansen er næstformaður. Bergljót av Skarði er skrivari, Marjun Poulsen er kassameistari, og Jóan Carl Dam er nevndarlimur.
Varalimir eru Marin Rasmussen, Lissi Hansen og Did Nicolajsen.
Høvuðsuppgávan hjá Eldraráðnum er at geva politikarum góð ráð og syrgja fyri, at atlit verða tikin fyri eldri borgarum, tá avgerðir verða tiknar.
Tilsamans 5.656 fólk høvdu valrætt til eldraráðsvalið, sum endaði 15. desember. Vallutøkan var 49,4%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



