Annika Olsen er nýtt forfólk og Óli Mortensen er nýggjur nevndarlimur í Svimjisambandi Føroya
Tann 26. septembur var eykaaðalfundur í Svimjisambandi Føroya við eittans máli á skrá at velja nýtt forfólk.
Á fundinum var semja um at velja Anniku Olsen sum nýtt forfólk. Av tí at Annika Olsen sat sum starvsnevndarlimur frammanundan varð neyðugt at velja eitt starvsnevndarumboð í hennara stað, sum bleiv Óli Mortsensen.
Virkandi forfólkið, Alvi Hjelm, sum hevur sitið síðani apríl, fer aftur í sín sess sum næstforfólk. Svimjisamband Føroya vil takka Alva Hjelm fyri tíðarskeiðið, hann hevur røkt starvið og ynskja Anniku Olsen og Óla Mortensen hjartaliga til lukku við nýggju álitissessunum.
Á myndini er nýggja starvsnevndin, frá vinstru Rúni Gaardbo, Sabina Poulsen, Signhild Rannváardóttir, Annika Olsen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm. Bjørg Oddfinnsdóttir Jensen manglar á myndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



