Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF Fótbóltur appin kann takast niður á App Store og Google Play - Mynd: Pætur Eyðunsson Jensen

FSF Fótbóltur appin kann takast niður á App Store og Google Play - Mynd: Pætur Eyðunsson Jensen

FSF Fótbóltur appin kann takast niður á App Store og Google Play - Mynd: Pætur Eyðunsson Jensen

FSF: Fyri tveimum árum síðani menti Fótbóltssamband Føroya eina app, nevnd FSF Fótbóltur, og sigast má, at appin hevur vakt ans og fingið góða móttøku millum føroyskar fótbóltsfjepparar. Higartil er appin tikin niður næstan 8.000 ferðir.

FSF Fótbóltur er ætlað øllum, sum hava áhuga í føroyskum fótbólti – frá fjepparum og spælarum til venjarar og foreldur. Appin gevur brúkaranum skjóta og lætta atgongd til úrslit, dystarskráir, hagtøl og tíðindi frá FSF.fo frá øllum deildum og aldursbólkum undir Fótbóltssambandi Føroya.

Ein av best umtóktu funkunum í appini er møguleikin at fylgja sínum yndisliði og fáa beinleiðis kunning um dystir, mál og broytingar í støðuni.

Við appini er føroyskur fótbóltur fluttur eitt stig fram á leið í talgildingini, og er eisini liður í arbeiðinum hjá FSF at gera fótbóltin meira atkomuligan og sjónligan fyri øll.

FSF Fótbóltur appin, ið er ókeypis, kann takast niður á App Store og Google Play ella við at skanna QR koturnar niðanfyri.

App Store
##med2##

Google Play
##med3##

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo