- Hetta er álvarsamasta støðan sum vit nakrantíð hava verið í, tað sigur fyrrverandi grønlendski toppolitikarin, Aqqaluk Lynge, sum millum annað var við til at stovna grønendska flokkin, IA, við miðilin National Indigeneus Times, NIT.
Hann vísir á, at tað sum amerikanarar eru úti eftir, er náttúruríkidømi hjá upprunafólki ymsastaðni í heiminum. Teir eru farnir eftir oljuni í Suðuramerika og hava eisini nevnt Kanada, ella í øllum førum teir landslutirnar, sum hava mest náttúruríkidømi.
- Grønlendingar hava fullkomuliga mist alt álit á USA, sigur fyrrverandi grønlendski toppolitikarin.
- Vit eru sera takksom fyri stuðulin, vit fáa frá okkara vinum kring allan heimin. Og vit hava eisini brúk fyri hjálp frá Kanada, sigur Aqqaluk Lynge.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



