Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas
Politikkur

Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-101/2025 frá Bjørg Brynhildardóttir, løgtingskvinnu, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um Skúlaheimið í Marknagili.

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Metir landsstýrismaðurin tað vera hóskandi, at leiðslan á Glasi hækkar leiguna hjá lærlingum og lesandi á Skúlaheiminum við 1.000 krónum?

2. Metir landsstýrismaðurin tað vera skilagott, at vakmyndatól eru sett upp við nærum hvørja hurð á skúlaheiminum?

3. Heldur landsstýrismaðurin, at kunning og samskifti hjá leiðsluni á Glasi mótvegis lærlingum og lesandi hevur verið nøktandi?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at lata felagnum Bústaðir ella onkrum privatum skúlaheimið, soleiðis sum leiðslan á Glasi hevur lagt upp til?

5. Um skúlaheimið verður selt, hvussu fer hetta at ávirka búfólkini á skúlaheiminum?

6. Nær og hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka í hesum málinum?

Svar 
Til 1:
Landsstýrismaðurin hevur sett eitt greiningararbeiði í gongd, sum m.a. skal lýsa tørvin á einum skúlaheimi. Avgerð er tí tikin um, at gjaldið ikki skal hækka, fyrr enn úrslitið av greiningararbeiðinum fyriliggur. Gjaldið verður tískil ikki hækkað, og eru næmingarnir kunnaðir um hetta.

Til 2: Leiðslan á Glasi hevur kunnað Mentamálaráðið um, at vakmyndatól á búøkinum eru tikin niður, og at tað nú er talan um 8 vakmyndatól við inngongdir, sum eru sett upp. Glasir hevur sent Dátueftirlitinum sum rætta myndugleika á økinum fráboðan um hetta, og er landsstýrismaðurin kunnaður um, at Dátueftirlitið arbeiðir við málinum í løtuni. Vakmyndatólini eru ikki tikin í nýtslu, og verða ikki tikin í nýtsla fyrr enn Dátueftirlitið hevur avgreitt málið.

Glasir hevur víst á, at høvuðsendamálið við vakmyndatólunum er at tryggja trygdina hjá næmingum, starvsfólki og ognum. Í hvønn mun endamálið við uppsetanini av vakmyndatólunum livir upp til ásetingar innan økið, er upp til Dátueftirlitið at meta um.  

Til 3: Glasir hevur kunnað landsstýrismannin um, at skúlin gjøgnum øll árini hevur roynt at havt gott samskifti við næmingar, eitt nú umvegis lestrarvegleiðara, har talan er um næmingar, sum ganga á Glasi. Tó eru næmingar frá øðrum skúlum, sum búgva á Skúlaheiminum. Eftir at samskiparin á Skúlaheiminum fór úr starvi 1. januar vísti tað seg, at ávísar avbjóðingar vóru við kunning og samskifti millum tey, sum búgva á Skúlaheiminum og Glasir. Hetta er tikið upp í samstarvi við næmingar, sum búgva har, og tað eru næmingarnir sjálvir, sum hava tikið stig til at seta eina samstarvsnevnd á stovn. Nevndin er mannað við búfólkum, næmingaráðnum og leiðsluni á Glasi.

Til 4, 5 og 6: Sum kunnað um undir spurningi 1, so er arbeiðið sett í gongd við at greina tørvin á einum skúlaheimi. Hetta arbeiðið skal eisini fevna um, í hvønn mun talan skal vera um eitt skúlaheim ella møguliga aðra bústaðarloysn, og tá úrslitið av hesum fyriliggur, verður avgerð tikin um, í hvønn mun talan skal vera um eitt skúlaheim, sum Glasir rekur, ella møguliga aðra loysn. 

Bárður á Lakjuni 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #