

Hagstovan: Í august var arbeiðsloysið 1 prosent, sum er óbroytt samanborið við sama mánað í fjør.
Í august vóru 130 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 46 færri samanborið við sama mánað í fjør. Í fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 110, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri.
223 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 13 fleiri enn í august í fjør. Arbeiðsloysið hjá teimum var 1,1 prosent við 188 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentstig hægri samanborið við sama mánað árið fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo