

BirkBloggur: Tað eru pallar í Havn, sum ongan góðan eiga, hóst tey evarska fáu, ið næst eru at virkseminum, hjúkla um og kýta seg til tað ýtarsta, at standa saman um viðkomandi pall. Summi meira enn einastaðni.
Men tað er ikki nóg mikið.
Havnin skal vera ein mentabýur eins og í teim metropolum á evropeiska meginlandinum, vit kunnu og vilja bera okkum saman við.
Men politikarar fata ikki henda veruleika og hava aldri gjørt tað, hvussu nógv skriviborðsálit og tankaspøl við orðum, teir og tær leggja í skuffurnar við 99 pappírum í hvørjari skuffu, í besta føri at brúka til skáltalur, og tá ítróttarhetjur koma heim.
Nú burdi verið payback time.
Tann stundin, at mentanin ger krav uppá sítt.
Kanska eigur heystið at byrja við tí, payback time.
Hvørt heyst.
Tað havi eg hug at siga nakað um, nú hann heystar og eg enn ikki síggi nakran mentapolitikarar gera annað enn hyggja eftir skýggjunum, sum Prædikarin ávarar ímóti…
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo