Arnbjørn Svensson úr Víkingi var við í ferðalagnum, sum tíðliga leygarmorgunin setti kós ímóti Astana í Kasakstan - Mynd: Hans Erik Danielsen
Arnbjørn Svensson úr Víkingi var við í ferðalagnum, sum tíðliga leygarmorgunin setti kós ímóti Astana í Kasakstan - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Týsdagin klokkan 15:00 skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá fjórði og seinasti UEFA Nations League dysturin í hesum umfarinum, sum er á útivølli ímóti Kasakstan, er á skránni.
Men hesaferð verður landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein noyddur at síggja burtur frá Andriasi Edmundsson og Adriani Justinussen.
Hellas Verona leikarin hevur fingið tvey gul kort í kappingini, og er tískil leikbannaður til útidystin ímóti kasakum. Fyri hann hevur venjarin úttikið Arnbjørn Svensson úr Víkingi.
Støðan hjá málskjúttanum ímóti Slovakia er ein heilt onnur. Adrian hevur avbjóðingar við flogræðslu, og ynskti at sleppa undan langa flogtúrinum til Astana. Hesum ynski hevur venjaratoymið gingið á møti, og Adrian er tí ikki við í ferðalagnum til Kasakstan.
Støðan (bólkur C3 / UEFA Nations League)
Slovakia, 7 stig
Moldova, 4 stig
Føroyar, 3 stig
Kasakstan, 1 stig
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



