Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Arnbjørn Svensson úr Víkingi er boðsendur til landsdystirnar móti Montenegro og Kekkia - Mynd: Hans Erik Danielsen

Arnbjørn Svensson úr Víkingi er boðsendur til landsdystirnar móti Montenegro og Kekkia - Mynd: Hans Erik Danielsen

Arnbjørn Svensson úr Víkingi er boðsendur til landsdystirnar móti Montenegro og Kekkia - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Mánadagin verður av álvara farið undir fyrireikingarnar til HM undankappingardystirnar móti Montenegro og Kekkia, sum verða á Tórsvølli í komandi viku.

Men landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein verður noyddur at síggja burtur frá Samuel Chukwudi til næstu landsliðsuppgávur.

Hávaksni miðverjin, sum spælir fyri finska felagi SJK Seinäjoki, hevur fingið ein vøddaskaða at dragast við, og verður ikki nóg birgur til landsliðsfótbólt á hesum sinni.

Í staðin eru boð send eftir Arnbjørni Svensson úr Víkingi. 26 ára gamli syðrugøtumaðurin er higartil skrásettur fyri tveir dystir og eitt mál fyri A-landsliðið.

Hósdagin 9. oktobur klokkan 19:45 spæla Føroyar og Montenegro á Tórsvølli, og sunnudagin 12. oktobur klokkan 17:00 møtast Føroyar og Kekkia.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo