Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning
Tiltøk

Sinnisbati: Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn í samband við altjóða sálarheilsudagin 10. oktobur. Endamálið við virðislønini er at heiðra einum persóni, átaki ella felagsskapi, sum hevur varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak, tiltak ella onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Í 2025 vóru tað Oddvør Poulsen og Elsebeth Sanna á Krákusteini, sum fingu virðislønina. Oddvør fyri hennara góða og týdningarmikla arbeiði í Beranum, har hon hevur givið nógvum einstaklingum og familjum ein møguleika at liva víðari eftir sváran miss. Elsebeth Sanna hevur starvast í áratíggju hjá Almannaverkinum og seinastu árini sum leiðari í sosialpsykiatriini, og verið ein, sum gongur undan innan sosialpsykiatriska økið við sínum nærlagni, fakligheit og relatiónsførleikum. 

Send okkum títt uppskot
Veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár? So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata. Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi fríggjadagin 2. oktobur. Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð.

Virðislønin verður latin á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #