Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

F.S.F.: Fyri einari viku síðani kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia á útivølli og Moldova heima.

Millum teir 24 spælararnar á listanum hjá venjaranum var Ari Olsen, ið spælir fyri Vendsyssel FF í Danmark.

Men nú er greitt, at Ari Olsen kortini ikki verður við til komandi UEFA Nations League uppgávur. Ari hevur ein smávegis skaða at dragast við, og hevur tískil givið avboð.

Í staðin hevur Eyðun Klakstein úttikið Ása Dam úr HB.

Landsliðshópurin venur á Tórsvølli seinnapartin í dag og í morgin, báðar dagarnar klokkan 16:00, og mikumorgunin verður kósin sett ímóti Kosice í Slovakia.

Fríggjakvøldið spæla Slovakia og Føroyar á Košická Futbalová Aréna, og mánadagin 16. novembur klokkan 15:00 møtast Moldova og Føroyar á Tórsvølli.

Tað er ókeypis atgongd til dystin ímóti Moldova. Tó er neyðugt at øll skráseta seg fyri einum atgongumerki, sum fáast í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #