Svarið var, at mann bíðaði eftir einari niðurstøðu frá ÍSF.
Og nú fingu vit tað so aftur staðfest við tveimum strikum undir: Føroyar sleppur ikki at luttaka til OL, punktum
Hetta hava tey flestu av okkum vitað í langa tíð. Tað nýggja er kanska, at nú hevur ÍSF eisini givið skarvin yvir, og kastað bóltin aftur til politikararnar.
Tað margháttliga við støðuni er, at teir flestu politikararnir í Føroyum langt síðani hava hugt hvønn annan í eyguni og sagt, at vit skulu fara eftir ta eyðsýndu loysnina, sum loysir trupulleikarnar í einum.
6 av 7 flokkum hava langt síðani givið løgmanni - fyrst Aksel V. Johannesen og nú Beinir Johannesen - heimild til at fara eftir loysnina sum ger, at Føroyar lúka formligu treytirnar hjá IOC. Beinir Johannesen hevur fingið heimild til at fara til samráðingar við Danmark um at Føroyar skulu verða ein sjálvstøðug tjóð, við fullum stuðli frá øllum flokkum uttan ein.
Loysnin er kend, og heimildin hjá løgmanni er uppá pláss. Spurningurin er, um løgmaður fer at brúka sín stuðul frá øllum flokkunum í Føroyum uttan ein til at velja eyðsýndu loysnina, ella um hann fer í holtur við okkurt annað, ið ikki fer at bera okkum á mál.
Bjarni Kárason Petersen
Løgtingslimur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



