Hagstovan: Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013. Í 2025 vóru inntøkurnar frá sølu av vørum og tænastum, inntøkur frá fíggjarognum uttanlands og flytingar úr útlondum knappar 20 milliardir krónur. Útreiðslurnar vóru góðar 17 milliardir krónur í 2025. Hetta gevur eitt avlop á gjaldsjavnanum á nærum 2,8 milliardir krónur.
Vørujavnin vísur eitt avlop á góðar tvær milliadir krónur, og tænastujavnin vísur knappar 700 milliónir krónur í halli. Lønarflytingarnar, fíggjarinntøkur og rakstrarflytingarnar góvu eitt íkast til avlopið uppá ávikavist 625, 250 og 561 milliónir krónur.
Vøksturin í avlopinum stavar í stóran mun frá, at sølan av vørum uttanlands vaks úr 11,6 milliardum krónum í 2024 upp í 13,3 milliardir krónur í 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



