Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen
Lesarin skrivar

Eg eri troyttur av at verða sendur runt í ring.

Ikki tí, at eg vænti, at eitt hugskot frá mær skal ganga fram um alt annað. Ikki tí, at eg haldi, at trygd, lóggáva og fígging eru smálutir. Men tí, at vit sum borgarar eiga at kunna fáa eina greiða leið gjøgnum eina skipan, sum er til fyri okkum.

Hetta er ein áheitan til landsstýrið, Løgtingið og almennu fyrisitingina: Vit hava lisið tað, tit sjálvi skriva um talgilding, vitlíki, samskapan og norðurlendskt samstarv.

Vit eru ikki ímóti hesi kós. Tvørturímóti. Nógv av tí, Framtakið arbeiðir við, gongur júst somu leið.

Tí er tað eisini so frustrerandi, tá ið góðu orðini ikki verða fylgd av einari greiðari mannagongd fyri tey, sum royna at gera nakað í verki.

Vit taka tykkara egna mál í álvara
Í tilfarinum um føroysku vitlíkisheildarætlanina verður sagt, at Føroyar skulu vera eitt undangonguland, og at tøknin skal styrkja fólkið, málið og búskapin. Dentur verður lagdur á ábyrgd, rættindi, gjøgnumskygni og ein almennan geira, sum tænir borgarunum. [1]

Á heimasíðuni verður eisini lýst, hvussu arbeiðið skal byggja á samskapan við áhugapartar úr ymiskum pørtum av samfelagnum og á læring frá øðrum londum, serliga Norðurlondum. [2]

Hetta eru góð mál.

Men tá ið fólkið verður nevnt sum ein av grundsúlunum, má fólkið eisini hava ein leiklut sum annað enn móttakari av teimum loysnum, sum umsitingin einaferð velur at veita.

Borgarar kunnu sjálvir fáa hugskot. Feløg kunnu taka stig. Nýggj politisk átøk kunnu síggja ein tørv, sum enn ikki stendur ovarlaga á einum almennum arbeiðslista.

Tað eigur ikki at vera ein trupulleiki fyri eina tjóð, sum vil ganga undan. Tað eigur at vera ein styrki.

Vit biðja ikki um at sleppa undan reglunum. Vit biðja um at sleppa fram at arbeiðinum.

Ein heildarætlan má ikki gerast ein koddi
Í sjálvari forkanningini um vitlíki stendur ein yvirskrift, sum eg haldi eigur at verða tikin í størsta álvara:

> Heildarætlan má ikki gerast koddi

Undir henni verður ávarað ímóti, at arbeiðið við heildarætlanini steðgar øðrum virksemi á økinum. Har verður eisini greitt frá, at verkætlanin hevur lagt seg eftir at kortleggja verandi átøk heldur enn at taka ræðið á teimum. Hetta verður sagt um virksemi í almenna geiranum. [3]

Mín spurningur er, um sami hugburður ikki eisini eigur at galda mótvegis borgarum og felagsskapum uttan fyri fyrisitingina.

Ein felags ætlan eigur at hjálpa átøkum at virka saman. Hon eigur ikki at gerast eitt bíðirúm fyri øll, sum hava hug at fara í gongd.

Forkanningin mælir eisini til ítøkiligar roynaverkætlanir, har til ber at fáa royndir og læra, heldur enn at lata óvissu forða øllum arbeiði. [3]

Júst tann arbeiðshátturin hevur týdning fyri okkum: Byrja avmarkað. Ger krøvini greið. Royn. Eftirmet. Rætta. Bygg víðari, tá grundarlag er fyri tí.

Samleikin er ikki vitlíki, og stuðulsváttanir eru ikki sama verkætlan sum vitlíkisheildarætlanin. Tað vita vit væl. Men spurningurin um, hvussu tað almenna møtir sjálvstøðugum átøkum, er viðkomandi í báðum førum.

Frá prinsippi til eina leið, sum kann brúkast
Okkara fyrsti ítøkiligi tørvur er at kunna savna stuðulsváttanir fyri Framtakið talgilt við Samleikanum.

Vallógin krevur minst 800 veljarar til at fráboða ein nýggjan flokk. Við skulu fylgja dagfestar og undirskrivaðar váttanir og kommunal váttan um, at viðkomandi er á vallista. Hetta eru krøv, sum ein talgild mannagongd eisini skal lúka. [4]

Vit biðja ikki um at fáa hesi krøv strikað.

Og tað er heldur ikki rætt at siga, at vit als einki svar hava fingið. Í einum skrivligum svari 16. oktober staðfesti Løgmansskrivstovan, at vallógin ikki hevur nakra áseting, sum beinleiðis ella óbeinleiðis forðar fyri talgildari undirskrift. Samstundis varð víst á treytirnar fyri váttanunum og kommunalu undirskriftunum. [5]

Tað er eitt týdningarmikið svar. Tað viðurkenna vit.

Men eitt svar um, at talgild undirskrift ikki er útilokað, er ikki tað sama sum ein samanhangandi mannagongd, sum vit kunnu fara undir at nýta.

Vit hava eisini kannað møguleikar hjá privatum veitara. Spurningurin er sostatt ikki bara, um tað almenna vil byggja eina serliga skipan til Framtakið. Spurningurin er eisini, hvørjar greiðar treytir ein loysn, sum vit sjálvi fáa til vega, skal lúka, og hvussu allir liðirnir skulu hanga saman. [5]

Í svarinum frá Talgildu Føroyum 10. november fingu vit at vita, at ynskið er skrásett til víðari arbeiði og skal viðgerast á árliga raðfestingarfundinum. Vit vórðu biðin um at spyrja aftur um ársskiftið, tá ein dagføring vónandi er tøk. [6]

Tað er ikki eitt nei. Men tað er heldur ikki ein dagfest leið fram.

At ein fyrispurningur er skrásettur, er ikki tað sama sum, at borgarin veit, hvat hann kann gera nú.

Trygd skal gerast til mannagongdir – ikki bara til bíðitíð
Savningin snýr seg um nøvn, føðingardagar, bústaðir, dagfestingar og undirskriftir. Hetta eru upplýsingarnar, vallógin krevur um veljaran. [4]

Tær eiga at verða handfarnar við umhugsni.

Við pappírssavning skulu skjøl savnast, flytast, goymast og váttast. Ein talgild loysn krevur eisini trygga handfaring, greiða ábyrgd og stýring av atgongd. Tað er ikki nóg mikið at kalla nakað talgilt og síðani ganga út frá, at tað er trygt.

Men júst tí eiga vit at fáa krøvini fram á borðið.

Hvørjar upplýsingar eru neyðugar? Hvør skal hava atgongd? Hvussu skal kommunala váttanin leggjast afturat? Hvussu skal tilfarið latast inn? Hvørjar loysnir kunnu nýtast, og hvat kosta tær?

Vit taka okkara ábyrgd fyri handfaringini í álvara. Men tað almenna eigur eisini at taka ábyrgd fyri, at mannagongdin er greið og ber til at fylgja.

Hetta eigur ikki at vera ein serlig tænastuveiting til mín. Ein greið leið hevði eisini verið viðkomandi fyri onnur nýggj politisk átøk – eisini tey, sum eru púra ósamd við Framtakið.

Jøvn atgongd til fólkaræðið má ikki vera treytað av, hvørjum fyrisitingin heldur dámar best.

Vit arbeiða longu norðurlendskt
Samstundis sum vit royna at fáa hesa praktisku leiðina greiða, stendur restin av arbeiðinum ikki í stað.

Umvegis Democracy International hava vit fingið samband við fólk við royndum innan beinleiðis fólkaræði og borgaraluttøku, bæði í norðurlendskum høpi og í sambandi við íslendsku grundlógarroyndina. Endamálið er at fáa kritikk, ráð og royndir inn í arbeiðið. [7]

Vit hava nú eisini havt eina góða samrøðu við We Do Democracy um okkara arbeiði og møguleikarnar í norðurlendskum samstarvi. Harumframt eru vit boðin at greiða frá okkara arbeiðsháttum í einari kortlegging av demokratiskari luttøku. [7]

Hetta norðurlendska kortleggingararbeiðið verður gjørt av We Do Democracy saman við SoCentral í Noregi og Sitra í Finnlandi, við stuðli frá Norðurlendska ráðharraráðnum. Tað byggir víðari á Nordic Deliberation og skal kanna, hvørjir luttøkuhættir virka, fyri hvønn og undir hvørjum umstøðum. [8]

Vit hava ikki biðið hesar felagsskapir um at taka undir við øllum, Framtakið sigur. Vit hava biðið um eina álvarsama samrøðu. Um vitan, mótspurningar og hjálp til at sleppa undan mistøkum, sum onnur longu hava lært av.

Tað er ikki ein altjóða góðkenning av einum lidnum føroyskum modelli. Tað er verulig framgongd í arbeiðinum at menna eitt.

Og tað vísir, at vit ikki eru einsamøll um at halda, at fólkaræði kann vera meira enn at velja umboð og síðani bíða.

Norðurlendsk læring er ikki bara nakað, vit mæla øðrum til. Tað er nakað, vit sjálvi eru farin undir.

Hetta er ikki bara um Arnfinn
Eg stígi fram við mínum navni. Tað merkir ikki, at málið bara snýr seg um meg.

Framtakið arbeiðir fyri, at borgarar kunnu seta mál á dagsskrá, fáa grundarlag at taka støðu á, fylgja við viðgerðini og fáa greið politisk svar. Vit vilja menna beinleiðis fólkaræði saman við upplýstum orðaskifti – ikki bara skjótar atkvøðugreiðslur á sosialum miðlum.

Talgildur samleiki kann vera eitt amboð í hesum. SI kann hjálpa við at gera torgreitt tilfar skiljandi, samanbera grundgevingar og hjálpa fólki at orða sínar spurningar.

Men tøknin skal ikki eiga meiningina. Hon skal ikki taka politisku avgerðina. Tað skulu menniskju.

Hetta er okkara íkast til eina menning, sum skal styrkja fólkið: Ikki bara at gera borgaran lættari at umsita, men at gera tað lættari hjá borgaranum at skilja, luttaka og taka ábyrgd.

Ein loysn, sum bara ger fyrisitingina skjótari, kann vera nyttug. Men okkara mál er eisini, at borgarin fær størri møguleika at ávirka tað, sum fyrisitingin og politiska skipanin gera.

Hvør skal eiga framgongdina?
Eg fari at siga tað beinleiðis: Eg eri komin at ivast í, um landsstýrið og fyrisitingin hava ov stóran tørv á sjálv at eiga menningina – at avgera ferðina, seta navn á verkætlanina og fáa æruna av úrslitinum.

Um eitt átak kemur frá einum borgara uttan fyri skipanina, skal tað so fyrst bíða, til tað passar inn í eina almenna ætlan?

Hetta er mín illgruni, ikki ein staðfest niðurstøða um nakran persón. Men eg haldi, at spurningurin eigur at verða settur alment.

Tí tað er ein avgerandi munur á at samskipa og at hava einarætt á at taka stig.

Í tilfarinum um heildarætlanina stendur, at ætlanin skal:

> Geva hvørjum tiltaki eigara, tíðarætlan og fígging. [1]

Ein eigari í verkætlanarhøpi kann merkja ein, sum hevur ábyrgd fyri at fáa arbeiðið gjørt. Tað er eisini tað, vit spyrja eftir: ábyrgd, tíðarætlan og greiðum treytum.

Men ábyrgd fyri felags undirstøðukervi eigur ikki at merkja, at tað almenna eisini skal eiga øll hugskotini, sum verða bygd oman á tað.

Eg ynski eitt landsstýri, sum kann siga: Her eru treytirnar. Her eru trygdarkrøvini. Her er tann, tit skulu tosa við. Nú kunnu tit arbeiða víðari.

Ikki eina skipan, har sjálvstøðugt virksemi fyrst má fáa eitt pláss í einari almennari verkætlan fyri at sleppa fram.

Føroyar eru eisini vit. Ikki bara tey, sum umsita okkum.

Nú hava vit brúk fyri ítøkiligum svarum
Vit krevja ikki eitt ógrundað ja. Vit krevja eina leið, sum ber til at skilja og halda myndugleikarnar upp á.

Tað merkir fyri tað fyrsta ein greiðan ábyrgdarpersón ella samskipandi stovn, so borgarin ikki sjálvur skal bera allar óloystar spurningar aftur og fram millum myndugleikarnar.

Fyri tað annað hava vit brúk fyri einari skrivligari lýsing av teimum treytum, sum ein talgild savning skal lúka, eisini tá loysnin verður útvegað hjá einum privatum veitara.

Fyri tað triðja vilja vit vita, nær málið verður raðfest, eftir hvørjum grundarlagi og nær vit kunnu vænta eina niðurstøðu. Um okkurt ikki ber til, biðja vit um eina ítøkiliga grundgeving – ikki bara eina nýggja áheitan um at bíða.

Og fyri tað fjórða leggja vit upp til at kanna eina avmarkaða roynd, har mannagongdin kann roynast og eftirmetast, áðrenn farið verður víðari.

Hetta er ikki eitt krav um, at Framtakið skal ráða yvir arbeiðsætlanini hjá Talgildu Føroyum. Tað er eitt krav um, at ein borgari kann fáa greiðu á, hvussu hann sjálvur kann koma víðari.

Vit hava eisini sent eina umbøn um alment innlit í málið. [9] Tað gera vit fyri at fáa innlit í viðgerðina og grundarlagið undir raðfestingunum. Um forðingarnar eru sakligar, eiga tær at kunna lýsast sakliga.

Avmakt kann gerast til luttøku
Eg eri illur. Tað dylji eg ikki.

Men mín vreiði skal ikki brúkast til at gera einstøk starvsfólk til fíggindar. Hon skal brúkast til at halda fast í spurningunum, eisini tá tað hevði verið lættari bara at givist.

Avmakt er eisini makt, tá hon verður umsett til skjalprógv, innlit, almennar spurningar og skipaða luttøku.

Vit ætla ikki at brúka veturin upp á at sita og grenja. Vit ætla at arbeiða víðari, læra av øðrum, menna ítøkilig uppskot og fylgja teimum til dyrnar.

Og vit ætla at halda myndugleikarnar upp á teirra egnu góðu mál.

Tí vit hava lisið ætlanirnar. Vit skilja hugsjónina. Vit eru longu í gongd við arbeiði, sum eftir okkara meting er í samsvari við hana.

Tí er okkara áheitan ikki: Leggið tykkara ætlanir til viks.

Hon er: Latið eisini borgararnar vera við til at gera tær til veruleika.

Hesin veturin verður drúgvur. Men hann nýtist ikki at verða ein vetur við stríði. Hann kann verða ein vetur, har góð orð verða til greiðar mannagongdir og veruliga luttøku.

Um Føroyar skulu vera eitt undangonguland, mugu føroyingar eisini sleppa at ganga undan.

Rætturin at velja. Rætturin at luttaka.


Arnfinn á Birtuni
Framtakið

Keldur

[1] Talgildu Føroyar, tilfar um vitlíkisheildarætlanina: https://vitliki.talgildu.fo/pages/about/index.html

[2] Talgildu Føroyar, vitlíkisvevsíðan: https://vitliki.talgildu.fo/

[3] Forkanning um vitlíki, m.a. brotið “Heildarætlan má ikki gerast koddi”: https://vitliki.talgildu.fo/pages/forkanning/index.html

[4] Løgtingslóg um val til Løgtingið, § 15: https://logir.fo/Logtingslog/49-fra-20-07-1978-um-val-til-Logtingid-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog-nr-61

[5] Skrivligt svar frá Løgmansskrivstovuni 16. oktober 2026 og undanfarandi samskifti um mannagongd og privatan veitara.

[6] Skrivlig dagføring frá Talgildu Føroyum 10. november 2026.

[7] Samskifti við Democracy International og We Do Democracy í oktober og november 2026; samrøða við We Do Democracy 10. november 2026.

[8] We Do Democracy, norðurlendska kortleggingarverkætlanin: https://www.wedodemocracy.dk/hvad-virker-naar-borgere-og-unge-skal-inddrages-nyt-nordisk-projekt-kortlaegger-og-afproever-deltagelsesmetoder-i-hele-norden/

[9] Umbøn um alment innlit send Talgildu Føroyum 10. november 2026.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #