Fyrsta innandurakappingin í bogaskjóting í vetur varð hildin í Havn um vikuskiftið við 34 tilmeldingum.
Mest spennandi var finalan hjá compoundmonnunum, har Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen, báðir úr Ørvi, endaðu javnir 145–145. Í avgerandi umskjótingini raktu báðir níggjaran, men Jóannes var nærri miðjuni og vann gullið.
Hjá kvinnunum vann Anja Eydnudóttir compoundfinaluna 134–132 á Amy við Rætt, meðan Tóra Dinna Reynskor vann recurvefinaluna á Rebekku Lindudóttir Olsen.
Pauli Mortensen vann recurve hjá monnum.
Í ungdómsbólkunum vóru eisini spennandi finalur. Vár Fagradal Hansen vann compound U16, meðan Narvi E. Jensen vann U18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



