Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing
Vinna

Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit á 128 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi, samanborið við 22 milliónir sama tíðarskeið í fjør.

Sambært nýggju roknskapartølunum var rakstrarúrslitið í Føroyum 267 milliónir krónur. Í Skotlandi var hallið 140 milliónir, móti 205 milliónum í fjør.

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár tók Bakkafrost umleið 75.000 tons av laksi í Føroyum. Tað er 24 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Í Skotlandi darva lítil tøkumongd, lág tøkuvekt og høgir eindarkostnaðir framvegis rakstrinum. Felagið gevst nú at keypa smolt uttanífrá og fer at nýta egna smoltframleiðslu fyri at minka um lívfrøðiliga váðan.

Regin Jacobsen, stjóri, sigur, at størri smolt í Skotlandi vísa betri vøkstur og yvirliving.

Bakkafrost væntar at taka 117.000 tons í ár og 125.000 tons næsta ár.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #