- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973
Vinna

VP hevur spurt Regin Jacobsen, stjóra í Bakkafrost, um avleiðingarnar av álopinum hósdagin

- Hvørjar arbeiðsgongdir eru raktar? Eru tøka, kryvjing, pakking ella útflutningur steðgað ella seinkað í Skotlandi ella Føroyum?

- Órógvið er serliga í Skotlandi. Tøkan mánadagin 5. oktober er avlýst. Vit kryvja ístaðin týsdagin 6. Okt. Í Føroyum koyrir alt sum vanligt.

- Er trygdin hjá fiskinum ávirkað? Koyra fóður-, eftirlits- og aðrar skipanir á alistøðunum sum vanligt?

- Ongin ávirkan hevur verið á trygd hjá fiskinum. Har miðsavnaðar skipanir eru avmarkaðar, verða staðbundnar arbeiðsgongdir nýttar. Hetta er tilvita, til tess av avmarka váðan.

- Vita tit, um upplýsingar eru avritaðar ella tiknar úr skipanunum, ella hava óviðkomandi bert havt atgongd til tær?

- Vit hava staðfest, at óviðkomandi hava lisið upplýsingar úr brúkarayvirlitum, brúkaranøvn og upplýsingar um atgongdarrættindi.

- Er talan um eitt ransomware-álop? Eru fílur læstar, ella hava tit fingið krøv um loysigjald?

- Tað er staðfest, at skaðilig forrit vórðu løgd inn og brúkarakontur misnýttar. Einki er læst.

- Er órógvið elvt av sjálvum álopinum ella av, at tit hava sløkt skipanir sum trygdartiltak?

- Órógvið hongur saman við teimum neyðugu trygdartiltøkunum eftir álopið. Skipanir og sambond eru avbyrgd ella sløkt, og teldur verða settar upp av nýggjum. Hetta avmarkar arbeiðið fyribils, men er neyðugt fyri at fáa skipanirnar trygt í rakstur aftur.

- Hvussu leingi høvdu álopsfólkini atgongd? Var 1. oktober dagurin, tá álopið byrjaði, ella dagurin, tá tit varnaðust tað?

- Álopið byrjaði fyrrapartin hósdagin 1. oktober og varð eisini uppdagað tann dagin. Seinasta staðfesta álopsvirksemið í teimum loggum, sum eru kannaðir, var kl. 21.03 hóskvøldið. Hetta lýsir tað virksemið, sum vit hava staðfest. Kanningin av møguligum eftirlætnum atgongdum heldur fram.

- Hava tit nú staðfest, at øll óviðkomandi atgongd er steðgað? Hvat er framvegis óvist?

- Tær álopsleiðir, sum eru staðfestar, eru steðgaðar. Arbeiðið snýr seg millum annað um at kanna brúkarakontur, servarar og teldur og staðfesta, hvørjar upplýsingar kunnu vera ávirkaðar. Tí skilja vit millum at hava steðgað tí staðfesta álopsvirkseminum og at hava lokið alt trygdararbeiðið.

- Hvørjar fíggjarligar avleiðingar vænta tit? Eru veitingar til kundar ávirkaðar, og ber til at meta um mistar inntøkur og eyka útreiðslur?

- Framleiðslusteðgurin í Skotlandi ávirkar framleiðslu- og veitingarætlanirnar. Vit arbeiða við at tillaga tær og avmarka avleiðingarnar fyri kundarnar. Tað er ov tíðliga at seta eitt álítandi tal á mistar inntøkur og eyka útreiðslur. Seinkað framleiðsla er heldur ikki neyðturviliga tað sama sum mist søla. Ein samlað meting krevur, at vit vita meira um, nær raksturin er støðugur aftur.

- Hví verður kunnað sunnukvøld, tá álopið varð staðfest hósdagin? Nær vórðu myndugleikar og tey, hvørs upplýsingar kunnu vera raktar, kunnað?

- Fyrstu dagarnar hevur verið arbeitt við at avbyrgja álopið, verja raksturin og fáa greiði á vavinum. Sunnukvøldið sendu vit eina samlaða kunning til starvsfólkini og eitt tíðindaskriv út frá tí, sum tá var staðfest. Føroyska dátueftirlitið og skotska dátueftirlitið, ICO eru fráboðaði fyrr í vikuskiftinum innanfyri kravda freist.

les eisini: Bakkafrost rakt av KT álopi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #