Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing
Vinna

Bakkafrost gevst nú at keypa smolt frá øðrum veitarum í Skotlandi og fer framyvir at dúva á egna smoltframleiðslu. Tað upplýsir felagið í fráboðan um triðja ársfjórðing.

Avgerðin kemur eftir lívfrøðiligar trupulleikar við keyptum smolti á tveimum aliøkjum, har fiskurin mátti takast fyrr enn ætlað. Endamálið er at minka um váðan, og smoltstøðin í Applecross kann nú veita størri nøgdir.

Broytingin merkir, at færri smolt verða sett út í 2027 enn áður ætlað.

Kortini skal allur væntaði tøkuvøksturin næsta ár koma úr Skotlandi. Har væntar Bakkafrost at økja úr 20.000 upp í 28.000 tons, ella 40 prosent. Í Føroyum verður tøkan væntandi óbroytt, 97.000 tons.

Skotska virksemið hevði 140 milliónir krónur í rakstrarhalli í triðja ársfjórðingi. 

Marknaðurin revsar Bakkafrost - partabrævið minkar smá seks prosentstig í virði eftir fráboðanina í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #