"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið
Bøkur

Forlagið Tyrpa: Í dag er barnabókin Flina og Fluksi, sum Petur Mohr Reinert hevur skrivað og myndprýtt útgivin av forlagnum Tyrpa.

Bókin er tann fyrsta í eini røð á 12.

Ætlanin er at geva einar tvær út um árið.

Petur gav sína fyrstu skaldsøgu Hevnd út. Tann næsta í tí triologiini kemur fyrst í komandi árið.

Flina og Fluksi eru tvær fittar momlur. Momlur eru smáar verur sum líkjast trøllum.Tær síggja heilt fittar út, og eru tað eisini. Tær koma úr fjøllunum í Noreg, og tær komu til Føroya við einum skipi, sum skuldi til Íslands. Veðrið var so ringt, at tað var ein ógvuslig og vandamikil ferð. So tær gjørdu av at fara av í Føroyum. Momlur uppliva eina rúgvu. Og meira tær uppliva, meira læra tær.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #