Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Lesarin skrivar

Barnahjálpin: Á nýggju heimasíðuni, abc.fo, ber til at lesa um arbeiðið hjá Barnahjálpini og um tey fimm londini, har felagsskapurin stuðlar børnum og ungum. Har ber eisini til at síggja, hvussu nógv børn eru á listunum í hvørjum landi, og hvussu nógv av teimum í løtuni mangla stuðul.

Gjøgnumskygni og roknskapir
Ein týðandi partur av nýggju heimasíðuni er gjøgnumskygni. Roknskapirnir hjá Barnahjálpini frá 2007 til 2023 eru nú tøkir á heimasíðuni. Roknskapirnir fyri 2024 og 2025 verða lagdir út skjótt.

Lættari at gerast stuðul
Á heimasíðuni ber eisini til at tekna seg til fastan stuðul gjøgnum Mínrokning. Samstundis ber framvegis til at venda sær beinleiðis til Barnahjálpina, um ein ynskir at velja sær eitt ávíst barn at stuðla.

Nýggj skrásetingarskipan
Barnahjálpin hevur samstundis fingið eina nýggja skrásetingarskipan, sum fer at gera tað munandi lættari at umsita skrásetingina av børnum, stuðlum og samskiftinum við stuðlarnar.

Skipanin ger tað eisini lættari at fylgja við, hvussu nógv kemur inn mánaðarliga til hvørt landið, og gevur sostatt betri yvirlit yvir bæði stuðul og tørv.

Ment í Føroyum
Nýggja heimasíðan er ment av Kodio og Bogi Sivertsen hevur ment skrásetingarskipanina.

Tøkk til stuðlandi fyritøkur
Búmerkini hjá teimum fyritøkum, sum stuðla Barnahjálpini, síggjast eisini á heimasíðuni sum ein viðurkenning av teirra týdningarmikla stuðli.

Eitt amboð til framtíðina
– Vit hava leingi ynskt okkum eina heimasíðu og eina skipan, sum bæði geva betri yvirlit og gera arbeiðið hjá Barnahjálpini meira gjøgnumskygt. Tað er okkara vón, at hetta fer at gera tað lættari hjá fólki at fylgja við, stuðla og vísa øðrum á arbeiðið, sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í Barnahjálpini.

Barnahjálpin stuðlar í dag knapt 480 børnum og ungum á Filipsoyggjunum, Liberia, Nigeria, Pakistan og Senegal. Felagsskapurin varð stovnaður 11. desember 2006, og alt arbeiðið í Føroyum verður gjørt sjálvboðið.

Uttan okkara trúføstu stuðlar var eingin Barnahjálp. Vit eru ómetaliga takksom fyri øll, sum gjøgnum árini hava verið við til at geva børnum og ungum betri møguleikar í lívinum.

Nevndin í Føroysku Barnahjálpini
Rúna Sivertsen, forkvinna

Andrea Niclasen, næstforkvinna og skráseting
Charlotta á Váli Olsen, peningarøkil og skrivari
Ólavur Asafsson Olsen
Ijeoma Regina Akpu-Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #