Meira enn dupult so nógvir vestmenningar vórðu bornir í heim í fjør í mun til fyrraárið. Tøl hjá kommununi vísa, at bert 8 nýggir vestmenningar sóu dagsins ljós í 2024 men í 2025 var sama tal heili 20 børn.
Á nýggjárinum búðu 1261 fólk í bygdini, 11 fleiri enn eitt ár frammanundan. 317 teirra eru yngri enn 18 ár, skrivar Vestmanna Kommuna.
Fólk gerast eisini gomul í Vestmanna. 23 borgarar eru yvir 90 ár, har tríggir eru 99 ár og tveir 100 ár.
Les eisini: Hanus hevur júst endurnýggjað sær koyrikortið - fyllir 100 í juli
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



