Norska stjórnin hevði væntað stóran áhuga fyri einari uppboðssølu av nýggjum alikapasiteti mikudagin. Men úrslitið gjørdist eitt vónbrot.
Tað skrivar Regjeringen.no.
Av teimum 7.755 tonsunum, sum vóru boðin út, vórðu bert 1.560 tons seld. Mowi var einasti keyparin, og samlaða søluupphæddin var 421 milliónir norskar krónur.
Fiski- og havmálaráðharrin Marianne Sivertsen Næss sigur, at hon hevði vónað, at meiri kapasitetur varð seldur, men vil ikki gita um orsøkirnar. 55 prosent av inntøkunum verða býtt millum kommunur og fylki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



