Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen
Andaktir

Kæri himmalski faðir! Takk fyri rithøvundar, yrkjarar, tónaskøld og kórleiðarar. Takk fyri tey, ið syngja og leika á ljóðføri. Og tøkk fái tú, faðir mín, fyri sangin í hjartanum. Amen.

“Til songmeistarans; við streingjaleiki; ein sálmur av Dávidi.” (Sálmur 4,1).

Við streingjaleiki sungu tey sálmarnar. Ymisk ljóðføri vórðu brúkt til at stuðla sálmasangin í templinum. Eisini til tað persónligu andaktina í tí heimliga hingu sálmasangur og ljóðføri óloysiliga saman.

Í innganginum til fjórða sálmin standa orðini til songmeistarans; við streingjaleiki; ein sálmur av Dávidi.

Orðini til songmeistarans sipa til ta sannroynd, at sálmarnir verða sungnir undir gudstænastuni í templinum í Jerúsalem. Sálmarnir eru ein lýsing av gudstrúgv Ísraels. Skaldið ákallar Harrans navn bæði í tímiligum og andaligum viðurskiftum. Guð var allastaðni og við í øllum.

Ljóðføri og tónleikur hava frá upphavi hugtikið menniskju. Eisini nú á døgum verður trúgvin myndað og borin av sangi, sálmum og tónleiki heima við hús og í almenna rúminum.

Serliga týdningarmikil er sálmasangurin í kirkjum og samkomum, tá kirkjuliðið savnast til gudstænastu og evangelisk møtir.

Sigast kann av sonnum, at samveran um Guðs orð kennist rík og lívgandi, tá kirkjuliðið syngur so inniliga og hjartaliga. Jú, sálmasangurin lívgar hin einstaka og vellir fram til Harrans heiður og prís.

Triðja orðið í innganginum sigur frá, at skaldið er Dávid, hin mæti kongur Ísraels. Dávid verður kallaður hirðadrongurin, tí hann í ungum árum goymdi at smalum faðirs síns úti á markini.

Profeturin Sámuel skal finna Harranum ein kong ístaðin fyri Saul, ið hevði syndað og brotið fyriskipanir Guðs. Hann kemur tá til Ísai og spyr eftir synum hansara. Teir koma so hvør eftir annan prúðir og vakrir í ásjón.

Loksins kemur hin yngsti sonurin, ið var væl dámdur við vøkrum eygum og fríur í ásjón. Hesin ungi maðurin var Dávid. Harrin segði við Samuel: “Far og salva hann; tí at hetta er hann.”

Tá Dávid er salvaður og hevur tikið við sum kongur stendur hugtungt at lesa um Saul, at andi Harrans var vikin frá honum, og at ein illur andi nívdi hann. Tá letur ein av sveinum Sauls senda boð til Dávid, at hann við sínum hørpuspæli má veita Sauli ein sálarligan lætta.

Skrivað stendur so vakurt um hørputónleik Dávids: “Men hvørja ferð andin frá Guði kom yvir Saul, tók Dávid hørpuna og sló streingirnar; tá lætnaði hjá Sauli; hann lívgaðist, og hin illi andin fór frá honum.” (Fyrra Samuelsbók 16,23).

So stór er gávan at spæla á ljóðføri, at hon við signing Harrans rekur illar andar burtur. Lovaður veri Guð fyri sangin og tónleikin.

Andaktin er skrivað sum tøkk fyri hjartanemandi og vælgerandi sang og tónleik, ið Betesdakórið hevur borið fólki okkara í eina heila øld.

Harrin signi kórið, tey syngjandi og tey, ið lurta. Amen.

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #