Tað var ein útlendingur sum koyrdi leigubilin og sambært løgregluni, so endaði bilurin á Sandsvatni, tá ið hann kom frá eini útkoyring við nýggja SEV-bygningin.
Sambært vakthavandi fekk løgreglan fráboðanina klokkan 18.50 í kvøld, og tá ið maðurin var komin úr bilinum, áðrenn bilurin rak víðari, var hann kannaður og hevði tað gott.
Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið komu skjótt á staðið, og seinast vakthavandi visti, skuldu kavarar niður fyri at kunna seta á bilin og so hála hann í land.
Myndin er tikin úr video, sum VP hevur fingið sendandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



