Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Fróði Magnussen, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Skelting av hámarksferð á landsvegum
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at taka stig til, at Landsverk setir upp skelti við 80 km/t, tá ein staðbundin lægri hámarksferð, eitt nú 60 km/t, endar, og almenna hámarksferðin aftur er 80 km/t?
2. Verður kannað, um verandi skelting hevur við sær, at skeltalesing og Intelligent Speed Assistance (ISA) í nýggjari bilum framhaldandi vísa eina hámarksferð á t.d. 60 km/t, eftir at komið er inn á vegastrekki, har loyvt er at koyra 80 km/t?
3. Verður mett um, hvørt hetta kann hava ávirkan á framkomuleika og ferðslutrygd, eitt nú tí bilar koyra munandi spakuligari enn ferðslan annars, við møguligum bíðirøðum og fleiri yvirhálingum sum avleiðing?
4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at biðja Landsverk endurskoða føroysku mannagongdina fyri skelting av hámarksferð, eisini við atliti at skeltingini í grannalondum okkara?
Viðmerkingar:
Uttan fyri fjølbygt øki er almenna hámarksferðin 80 km/t. Á fleiri vegastrekkjum verður ferðin staðbundið sett niður, t.d. til 60 km/t. Tá avmarkingin endar, verður tó ikki skeltað við 80 km/t.
Hetta hevur fingið størri týdning, tí nýggir bilar hava skipanir, ið lesa ferðsluskelti og vísa galdandi hámarksferð. Spyrjarin hevur sjálvur staðfest, at bilurin fleiri staðni framhaldandi vísir 60 km/t, hóast loyvt er at koyra 80 km/t.
Hetta kann serliga ávirka ferðafólk í leigubilum, sum ofta eru nýggir og hava slíka tøkni. Ferðafólk, ið ikki kenna føroysku ferðslureglurnar, kunnu tí koyra 60 km/t, har loyvt er at koyra 80 km/t.
Ferðarmunur millum bilar hevur týdning fyri bæði framkomuleika og ferðslutrygd.
Stórur ferðarmunur kann elva til bíðirøðir, fleiri yvirhálingar og ójavna ferðslu.
Í grannalondunum verður greiðari skeltað, tá staðbundnar ferðavmarkingar enda. Tí er viðkomandi at kanna, um føroyska skeltingin eigur at verða tillagað nýggju tøknini.
Á Løgtingi, 1. september 2026
Fróði Magnussen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



