Annika Olsen situr fyri Tjóðveldi bæði í løgtinginum og í býráðnum í Havn – men í býráðnum er hon vald av fólkafloksfólki.
Havnar Framburðsfelag heldur, at næstavaldi á fólkaflokslistanum átti at fingið hendan sessin.
- Eg má staðfesta, at Fólkaflokkurin í veruleikanum hevur mist annan býráðslimin til Tjóðveldi, tá Annika Olsen valdi at varðveita býráðssessin, hóast hon varð vald av Fólkaflokkinum til síðsta býráðsval.
- Tað er ongin loyna, at vit í Havnar Framburðsfelag, har eg eri formaður, heldur høvdu ynskt, at næstvaldi á Fólkaflokkslistanum natúrliga fekk hendan sessin, segði Birgir Nielsen á býráðsfundi í kvøld.
Les eisini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo