Hósdagin 5. november kl. 17 verður bókaframløga í Varpinum. Tað er bókin um „Eliesar í Fugloy“ sum verður løgd fram. Líggjas í Bø hevur skrivað, og Forlagið Leirkerið gevur bókina út.
Bókin lýsir eitt áhugavert lív í 20. øld. Jógvan við Keldu sigur nøkur orð um bókina og Eliesar. Systrarnar Maiken og Simona framføra nøkur løg.
Til ber at keypa bókina á staðnum. Eisini verður kaffi, te og ein køkubiti at fáa.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



