Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Vinna

Mynd tikin fyrr í ár, tá partarnir kunngjørdu avtaluna um keypið.

Mynd tikin fyrr í ár, tá partarnir kunngjørdu avtaluna um keypið.

Mynd tikin fyrr í ár, tá partarnir kunngjørdu avtaluna um keypið.

Kappingarráðið: Kappingarráðið hevur 16. november 2026 avgjørt at forbjóða ætlaðu yvirtøkuna hjá Borg-samtakinum av P/f Sandavágs Timburhandli, sbrt. § 15, stk. 2, í kappingarlógini. Rættarvirknaðurin er, at yvirtøkan ikki kann fremjast.

Avgerðin hjá Kappingarráðnum er grundað á, at ætlaða yvirtøkan hevði ført til eina munandi miðsavning á marknaðum, sum frammanundan eru eyðkendir av fáum veitarum og avmarkaðum kappingarligum trýsti. Kanningarnar hjá Kappingareftirlitinum vísa, at P/f Borg og P/f Sandavágs Timburhandil eru tættir kappingarneytar, og at ætlaða samanleggingin tískil gav fyritøkunum á marknaðunum økta búskaparliga eggjan til at hækka prísirnar.

Harumframt byggir avgerðin hjá Kappingarráðnum á, at ætlaða yvirtøkan hevði økt um vandan fyri samskipan á marknaðinum fyri sølu av byggitilfari til smærri byggifyritøkur og endabrúkarar. Eftir ætlaðu samanleggingina hevði marknaðurin verið býttur millum tveir stórar veitarar, sum eru sera eins í stødd og bygnaði, og sum báðir eru limir í donskum byggiketum.

Kappingarráðið metir ikki, at keyparamakt, atgongd til marknaðin ella teir virknisfyrimunir, sum luttakandi fyritøkurnar hava víst á, í nøktandi mun kunnu viga upp ímóti teimum kappingarligu ivamálunum, sum ætlaða samanleggingin inniber. Kundarnir á teimum viðkomandi marknaðunum, har ivamál eru um kappingina, eru serliga smærri byggifyritøkur og endabrúkarar, sum hava avmarkaða keyparamakt og avmarkaðar møguleikar at umleggja sítt innkeyp til beinleiðis innflutning. Harumframt er atgongdin til marknaðin fyri byggitilfar treytað av munandi íløgum í sølustað, goymslu og kapitalbinding.

Avgerðin kann lesast her

Næstu stigini. Luttakandi fyritøkurnar hava nú møguleika at kæra avgerðina hjá Kappingaráðnum til Føroya Kærustovn. Kæran skal verða latin inn innan 4 vikur frá tí, at avgerðin er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #