Hagstovan: Brim og Olivia vóru best umtóktu nøvnini á gentum, føddar í 2025. Fimm gentur vórðu nevndar Brim og somuleiðis fimm Olivia.
Næstbest umtókt vóru nøvnini Anna og Bjarta, sum fýra gentur vóru nevndar.
Navnið Brim er lutfalsliga nýtt í Føroyum. Uppgerðin av nøvnum vísir, at Brim var fyrstu ferð givið gentum, føddum í Føroyum, í 2024. Við ársenda í fjør búðu 11 kvinnur við navninum Brim í Føroyum. Navnið Olivia er vælkent navn í Føroyum og hevur væl umtókt seinastu árini. Síðani 1985 hava 67 gentur fingið navnið Olivia, og við ársenda í fjør vóru 78 kvinnur við navninum Olivia búsitandi í Føroyum. Bæði Brim og Olivia hava eina ferð áður verið best umtókta gentunavn, og tað var í fjør.
Næstbest umtóktu nøvnini á gentum vóru Anna og Bjarta. Hvørt av teimum var givið fýra gentum. Nøvnini Anna og Bjarta hava leingi verið vanlig í Føroyum. Navnið Anna hevur fleiri ferðir verið best umtókta navn til gentur umframt at tað hevur verið millum vanligastu kvinnunøvn í Føroyum í mong ár.
Brandur og Elias vóru best umtóktu nøvnini á dreingjum, føddir í 2025. Sjey dreingir vóru nevndir Brandur og sjey Elias. Næst eftir teimum var navnið Gilli, sum seks dreingir vórðu nevndir í 2025. Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Hákun og Gabriel, sum fimm dreingir vóru nevndir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



