- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Við máli frá Páll Klettskarð vann KÍ samanlagt 1-0 á FK Radnicki úr Serbia í 2. umfari í UEFA Conference League - Mynd: Norðlýsið / Oliver Joensen

FSF: Eftir upprunaligu leikskránni í fremstu deildini hjá monnum vóru fimm dystir á skránni um vikuskiftið.

Men sigurin hjá KÍ hóskvøldið ímóti FK Radnicki úr Serbia í 2. umfari í UEFA Conference League, hevði við sær, at dysturin millum EB/Streym og KÍ, sum skuldi vera sunnudagin 3. august, bleiv fluttur til mikudagin 24. septembur.

Har afturat eru dystirnir millum Víking og B36, og B36 og KÍ, sum eftir ætlan skuldu vera ávikavist 9. og 17. august, fluttir til 10. og 18. august.

Broytingarnar í skránni í Betrideildini hava samstundis við sær, at eisini er neyðugt at gera tillagingar í leikskránni í næstbestu deildini hjá monnum. Talan er um dystirnar millum KÍ og Víking, sum skuldi vera 7. august, og B71 og B36, sum skuldi vera 14. august. Hesir dystir verða í staðin spældir ávikavist 9. og 17. august.

Leiskráir
Betrideildin menn og 1. deild menn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo