Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so eitt sindur av toski. Tað kemur at landa síðst í vikuni. Átta frystilínuskip eru við Føroyar. Tey fiska eina blanding av hýsu, toski og so nakað av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland og fiskar svartkalva. Eitt er á Flemish Kap og fiskar tosk.

Streymurin er góður tað mesta av vikuni. Men veðrið verður ógvuliga ivasamt, so vit vænta ikki tað stóra av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Tveir ísfiskatrolarar eru eystanfyri og fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Ein frystidjúpvatnstrolari er eisini til fiskarí.

Øll pørini eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fiskaríið er smáligt.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju.

Trý garnaskip fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #