Robert Pape, professari í stjórnmálafrøði á universitetinum í Chicago, hevur ráðgivið amerikanskum forsetum og verjuleiðarum um kríggj og eskalering síðani 2001. Hann hevur granskað loftmegi í yvir 30 ár og skrivað bókina «Bombing to Win: Air Power and Coercion in War».
Tá VG tosar við Pape, endurtekur hann eitt:
– USA er dottið í “smartu bumbufelluna”!
Tí tað, sum hendir nú, er eitt mynstur, sum hann hevur sæð endurtaka seg ferð eftir ferð. Í Kuveit. Irak. Afganistan. Libya.
– Trump forseti stendur upp ímóti søgutyngdini, ikki bara ímóti Iran. Iran er stórt, men søgan er enn størri, sigur Pape við VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



