Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt
Innlendis ítróttur

Seyðahundasambandið: Hetta er EM kappingin fyri seyðahundar og hon byrjar hósdagin 27. august.

Tað eru 114 hundar sum kappast, 38 fyri hvønn dag og 6 teir fremstu fara víðari til finaluna, ið verður sunnudagin. Føroyar hava 4 hundar við og seinastu árini hava føroysku hundarnir klára seg væl. Teir eru javnan í onkrari finalu í EM ella í NM.

Teir 4 hundarnir sum hava fingið flest stig ígjøgnum eitt kappingarár umboða Føroyar til EM.

Teir eru: Moss hjá Tummas Jacobsen, Gripur og Kvikk hjá Jónstein Petersen og Lynn hjá Onnu Sofíu Fjallheim.

Moss, Gripur og Lynn eru royndir hundar, meðan Kvikk er við fyri fyrstu ferð. Kvikk verður eisini hundurin, ið byrjar hjá tí føroyska liðnum hósdagin og er fyrsti hundurin, aftaná døgrasteðgin.

Tað lá ikki ordiliga í kortinum at Kvikk skuldi fara at koma við hesuferð, tí hann var heldur óstøðugur, men hann lá í einum bólki sum kappaðist at koma á tað seinasta plássi, so alt kundi henda.

Hann gjørdi ikki mætari enn at vinna tað næstseinastu kappingina og bleiv nr. 2 í tí seinastu og hetta tryggjaði honum tískil eitt pláss á landsliðnum.

Tað ber til at streama á youtube, sí link: 

https://www.csc-2026-belgium.be/live-stream/

Vit ynskja teimum alt tað besta og góða eyðnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #