Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Onnur tíðindi

Arbeiðseftirlitið: Myndugleikarnir hava samstarvað um eftirlit á arbeiðsmarknaðinum síðan 2019. Útlendingastovan er seinni komin upp í samstarvið.

Dagførdi leisturin tekur støði í  gransking og norðurlendskari vitan frá INTEGRATE-verkætlanini um arbeiðstongdan kriminalitet, tránýtslu av arbeiðsmegi og vandar í arbeiðsumhvørvinum. Granskingin vísir millum annað, at ábendingar um tránýtslu kunnu koma til sjóndar á ymiskum málsøkjum. Tí er týdningarmikið, at upplýsingar og eygleiðingar hjá myndugleikunum verða mettar í einum samlaðum høpi.

Á eftirlitunum verður millum annað hugt at:

  *   arbeiðsumhvørvi og trygd
  *   arbeiðstíð og setanarviðurskiftum
  *   lønarútgjaldingum, skatti og øðrum fíggjarligum viðurskiftum
  *   arbeiðs- og uppihaldsloyvum
  *   teknum um trýst, hóttanir, skuldabinding ella aðra tránýtslu.
  
- Dagførdi eftirlitsleisturin byggir á gransking og royndir úr Norðurlondum. Hann hjálpir okkum at arbeiða meira skipað og at síggja sambandið millum viðurskifti, sum hvør sær ikki altíð geva alla myndina. Soleiðis kunnu vit betur avdúka og fyribyrgja sosialari dumping og arbeiðstongdum kriminaliteti, sigur Tummas Pauli Juul, virkandi stjóri á Arbeiðseftirlitinum.

Dagførdi leisturin leggur eisini dent á, at arbeiðstakarar skulu kunna greiða frá sínum arbeiðsviðurskiftum undir tryggum umstøðum. Tá ið tørvur er á tí, kann tulkur verða nýttur, og arbeiðstakarar kunnu verða kunnaðir um síni rættindi og hvar tey kunnu fáa hjálp.

Hvør einstakur myndugleiki fylgir upp møguligum brotum eftir sínum málsøki og sínum lógarheimildum.

Eftir ætlan verða tvey felags eftirlit afturat framd í 2026. Tey verða framd eftir nýggja leistinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #