Fartelefonin hjá Bar ringir, men hon svarar ikki.
Hon hevur fylt ein bil við øðrum ræðsluslignum festivalluttakarum og koyrt út av festivaløkinum.
Á vegnum verða tey steðgað av løgregluni, sum hevur stongt vegin.
– Tit mugu venda við. Yvirgangsmenn hava lopið á fleiri støð longri niðri á vegnum.
Forvirrað koyra Bar og vinfólk hennara aftur til festivaløkið.
Har verður hon skotin av Hamas-stríðsmonnum, sum raka hana í lærið og búkin.
Tríggjar tímar eftir at hon tók selfie, hoknar hon niður við vinfólkunum rundan um seg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



