Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost
Krutl

Eitt tað fjarskotnasta húsið í Føroyum, sum seyða- og skoramenn hava brúkt í nógv ár, fyllir í ár 100 ár.

Húsið varð bygt í 1926, óivað tí at hagin í Dølum, ímillum Vestmanna og Saksun, er so langt burturi í óbygdum, at tað kundi vera sera drúgvt og møðsamt hjá monnum at koma aftur og fram sama dag, tá teir vóru á fjalli, burturi í haga, í skorini ella skutu harur.

Í 1989 bleiv Skorastova, sum ikki er so langt frá Dalhúsi, bygd, men Dalhúsið verður eisini brúkt viðhvørt. Til dømis síðstu nátt, eftir at teir høvdu verið á fjalli í Dølum. Í dag hava teir bjóðað fólki at koma í Fjalshúsið, sum er seyðahús í Vestmanna, til ein drekkamunn og at hyggja eftir myndum í samband við at Dalhús er 100 ár.

Dalhús er millum annað kent frá stuttsøguni við sama navni, sum Heðin Brú skrivaði.

Myndirnar eigur Helgi Jacobsen. Tær og fleiri aðrar eru at finna í Vestmanna Søgu, har eisini nógv forvitnisligt stendur at lesa um húsið og ymiskt sum er fyrifarist í haganum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #